20 mál skrivað í kanning í Klaksvík gjáramorgunin

- Harav fingu seks bilførarar klipp í koyrikortið, tí børn sótu leys í bilinum, sigur løgreglan.

Í einari kanning í Klaksvík gjáramorgunin var skriviblokkurin hjá løgregluni frammi ikki færri enn 20 ferðir.

 

- Hetta var í einari kanning í Biskupsgøtu. Tey størstu brotini, sum góvu klipp í koyrikortið, snúðu seg um børn, sum sótu leys í bilinum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at seks slík mál vórðu skrivað, og haraftrat vóru fleiri bøtur givnar fyri onnur brot.

 

- Onkur hevði ikki koyrikorti uppi á sær, onkur vaksin koyrdi ikki í seðlum, onkur tosaði í handhildnari fartelefon, ein bilur hevði slitin dekk, og í onkrum føri vóru feilir við lyktum, blunkljósum ella øðrum.

 

Løgreglan sigur, at í 20 førum góvu tey ávikavist klipp og bøtur, og í sjey førum var talan um átalur fyri brot á ferðslulógina.

 

- Vit hava eisini verið úti og kannað ferðsluna í nátt og aftur í morgun, og her hevur serliga verið hugt eftir, um tað eru bilførarar, sum koyra ávirkaðir av rúsdrekka ella øðrum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nógvir bilførarar vórðu steðgaðir í norðurøkinum og í miðstaðarøkinum, men her vísti alt seg at vera í lagi, og eingi mál vórðu skrivað.