20 lygnir

Ungur yrkjari gevur út yrkingasavn

Í 1999 gav Rúni Janusson út sítt fyrsta savn. Nú er hann aftur við einum yrkingasavni, ið nevnist 20 lygnir. Hann sigur í fororðinum, at fyrra savnið var dapurt og persónligt, men at hann er glaðari nú. Tó heldur hann, at nýggja savnið hevur daprar yrkingar, men við komiskum íblástri.

Sigga í Hoyvík eigur kápumyndina og tað er forlagið Drekin, ið gevur út. Savnið kostar 65 krónur.