20 lærarastørv leys at søkja

Mentamálaráðnum tørvar nógv fólk at manna føroyska fólkaskúlan.

Mentamálaráðnum tørvar nógv fólk at manna føroyska fólkaskúlan.

 

Í Sosialinum í dag eru hesi størv lýst leys. Sambært lýsingini frá Mentamálaráðnum, so eru bæði føst lærarastørv og tíðaravmarkað lærarastørv leys at søkja frá 1. august 2014. Tíðaravmarkað lærarastarv verður sett fyri eitt skúlaár ella styttri, og eru tíðaravmarkað lærarastørv leys at søka í felstu skúlu, meðan føst lærarastørv verða sett í hesum skúlum:

 

Felagsskúlanum á Oyrarbakka 1 lærarastarv

Hvoyvíkar skúla 2 lærarastørv

Hvalbiar skúla 1 lærarastarv

Hvalvíkar skúli 1 lærarastarv

Norðskála/Oyrar skýuli 1 lærarastarv

Sandoyar Meginskúli 1 lærarastarv

Sankta Frans skúli 2 lærarastørv

Skúlanum á Ziskatrøð 4 lærarastørv

Skúlanum við Løgmannabreyt 3 lærarastørv

Sørvágs skúli 2 lærarastørv

Tórshavnar kommunuskúli 1 lærarastarv

Vestmanna skúli 1 lærarastarv

 

Tað eru skúlastjórin í einstaka skúlanum, sum setur bæði fast og tíðaravmarkað lærarastarv. Størvini verða lýst leys á heimasíðunum hjá skúlunum.

 

Størvini, sum eru lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið, verða set tsum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammmanundan.