20 konsertir, 10 hoym, eitt átak

10 tónleikanøvn luttaka á ársins útgávu av Hoyma, sum verður í Gøtu 24. oktobur.

Í ár verður skipað fyri triðju útgávuni av Hoyma. Hoyma snýr seg í stuttum um konsertir heima hjá fólki. Í ár er talan um 20 konsertir í 10 ymiskum heimum í Norðagøtu og Syðragøtu. Einans aukustisk og hondhildin ljóðføri vera nýtt á hesum konsertunum.

 

Tey tíggju tónleikanøvnini, sum luttaka á Hoyma í ár eru Eivør Pálsdóttir, Annika Hoydal, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Niels Midjord og Eilin Hansen, Lyon, Mattias Kapnas, Kata, MonkeyRat og Hans Andrias.

 

Hoyma varð heiðrað sum ársins átak á FMA í 2014. Tað er G! grunnurin, ið skipar fyri Hoyma.