20 klarinettspælarar í Bergen

Í gjár fór Føroya Klarinettorkestur við Norrönu. Leiðin lá til Noregs har venjing, konsertir og annað síðani er á skránni

Føroya Klarinettorkestur er eitt orkestur við klarinettnæmingum frá Føroya Musikkskúla. Umleið 20 limir frá ymiskum lokalum musikkskúlum eru við í eini ætlan, sum skal gerast til eitt nýtt ensemble, og sum í tíðini skal verða eitt fast møtistað fyri øll, sum spæla klarinett í Føroyum ? bæði byrjarar og víðarikomin.
Í seinastuni hevur orkestrið spælt til ymisk tiltøk. Í Listaskálanum, SMS, Müllers Pakkhúsi, Mentarnarnáttin, í Snarskivuni, til Varmakeldu og ymiskt annað.
Í gjár lá leiðin so umborð á Norrønu, og hareftir var skráin pakkað við tónleikaligum, sosialum og almennum tiltøkum. Í Bergen skal orkestrið venja einsamalt og eisini saman við næmingum frá Bergen Kulturskole.
Klarinettnæmingar og ein rútmubólkur frá tí lokala musikkskúlanum skulu spæla saman við Føroya Klarinettorkestri. Vónin er at samstarvið við Bergen Kulturskolefer at geva góð sosial og tónleikalig sambond, sigur Føroya Klarinettorkestur í tíðindaskrivi.
Á túrinum verður møguleiki fyri at vísa fram ein lítlan part av føroyskum tónleiki og tí føroyska tónleikalívinum í einum altjóða høpi. Orkestrið er nevniliga bjóðað við til at vera við í ISME 2002 ? ein ráðstevna, sum er fyriskipað av International Society for Music Education. Heiðursforsetin á ráðstevnuni, drotning Sonja, setur ráðstevnuna mánadagin 12. august, har tónleikalærarar, tónleikarar, granskarar, lesandi og fyriskiparar frá øllum heiminum eru bjóðað at vera við. Nakrir bólkar og orkestur, somuleiðis frá øllum heiminum, eru bjóðað at lýsa heitið á ráðstevnuni, SAMSPEL. Føroya Klarinettorkestur skal spæla tvær konsertir í foyaranum í Grieghøllini, sigur Føroya Klarinettorkestur at enda í tíðindaskrivi.