Løgreglan har suðuri í Fraklandi hevur tikið umleið 20 islamistar, og sambært keldum í løgregluni vórðu teir flestu tiknir í býnum Toulouse, har islamisturin Mohamed Merah skjeyt sjey fólk fyrr í mánaðinum. Merah, sum segði seg hava tilknýti til al-Qaeda, doyði í skotbardaga við løgregluna tann 22. mars og varð jarðaður í gjár.
Danska kringvarpið veit at siga, at teir umleið 20 islamistarnir, sum eru tiknir, eru limir í einum felagsskapi, sum bleiv upploystur fyri einum mánað síðani, tí franska innanríkisráðið vildi vera við, at hann eggjaði til harðskap.
Franski ríkisákærin, Francois Molins, sigur, at ákæruvaldið og løgreglan arbeiða framvegis við at kanna, um Mohamed Merah hevði nakran samstarvsfelagar. Løgreglan heldur, at hann var einsamallur um drápini, men at hann kann hava fingið hjálp til at leggja álopini til rættis.