20 flogvallarstarvsfólk tikin

Amerikansku myndugleikarnir hava tikið 20 starvsfólk í Logan-floghavnini í Boston.

Handtøkurnar hava vakt stóran ans, tí tvey av flogførunum, sum vórðu rænd og nýtt í yvirgangsatsóknunum tann 11. september í fjør, fóru á flog úr Logan-floghavnini.
- Vit hava tikið 20 fólk, sum arbeiddu fyri ymisk feløg her í floghavnini, segði talskvinnan hjá ákæruvaldinum í Boston í gjár. Hon vildi ikki upplýsa, hví fólkini vóru tikin, men tíðindastovan AP skrivaði, at seks av teimum tiknu høvdu starvast í trygdareftirlitinum í floghavnini.
Ein útvarpsstøð visti í gjár at siga, at tey tiknu høvdu m. a. nýtt falsað samleikaprógv.
Í desember tók amerikanska løgreglan fleiri starvsfólk í floghavnunum í Las Vegas og Salt Lake City, og nógv teirra hava seinni mist arbeiðið.