Ein bátsvanlukka nærhendis griksku oynni Lesbos fríggjanáttina hevur kravt í minsta lagi 21 mannalív. Seks fólk eru ikki komin afturíaftur. Bjargingarlið hava funnið 20 lík niðri í fjøruni norðantil á Lesbos, og í dag varð eitt lík funnið á turkisku strondini.
Bara ein 20 ára gamal maður er funnin á lívi, og hann er á sjúkrahúsinum í Mytilene (myndin), sum er høvuðsbýur á Lesbos. Hann hevur greitt frá, at kvinnur og børn úr Afghanistan vóru eisini í bátinum, og grikska sjónvarpið sigur, at tvær kvinnur og tvey børn eru millum tey deyðu.
Báturin fór úr Turkalandi hósdagin, men kom í illveður um kvøldið ella fríggjanáttina og sakk umleið hálvan annan fjórðing frá Lesbos.










