20 fólk drukna um dagin í Miðjarðarhavinum

2.977 flóttafólk eru higartil í ár druknað á teirra ferð yvir um Miðjarðarhavið. Síðan í mars verður mett, at umleið 20 fólk drukna um dagin í Miðjarðarhavinum.


Tað upplýsir IOM, ST-stovnurin fyri fólkaflytingar.


Hóast fjølmiðlarnir ikki geva flóttafólkastreyminun um Miðjarðarhavið eins stóran ans sum undanfarnu ár, so merkir tað ikki, at trupulleikin er loystur. Tvørturímóti stúrir ST-stovnurin fyri, at støðan er versnað.


- Vit fara uttan iva um 3.000 markið fleiri mánaðir skjótari í ár enn undanfarnu tvey árini, sigur Joel Millman, talsmaður fyri IOM, við al Jazeera.


Higartil í ár verður mett, at 250.000 flóttafólk eru komin til Evropa við at taka ferðina um Miðjarðarhavið við bátum úr Afrika.