20 fólk deyð í valófriði í Sudan

Fólkaatkvøðan um at loysa syðra part av Sudan frá norðara partinum hevur elvt til spenning millum fleiri fólka- og ættarbólkar, og sambært myndugleikunum hava samanbrestir teirra millum kravt í minsta lagi 20 mannalív.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at fleiri løgreglumenn eru millum teirra, sum eru deyð í samanbrestunum.

Undan fólkaatkvøðuni høvdu eygleiðarar ávarað um, at atkvøðugreiðslan kundi elva til samanbrestir millum ættarbólkar, sum búgva fram við markinum millum norður nog suður.

Alt bendir á, at uppskotið um loysing fær ta neyðugu undirtøkuna. Ein treyt er, at minst 60 prosent av teimum skrásettu veljarunum fara á fólkaatkvøðu, men sambært valnevndini er tað eingin trupulleiki. Sagt verður, at 20 prosent vóru í valhølinum í gjár, og aftur í dag hava nógv fólk verið í valhølunum.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni kemur eina ferð í næsta mánað.