20. endaspælið hjá Guðjón Vali Sigurðssyni

Guðjón Valur Sigurðsson hevur verið fastur fúsur á íslendska hondbóltsslandsliðnum síðani 1999

37 ára gamli vinstri vongurin hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti, Guðjón Valur Sigurðsson er ótrúligur.

 

Síðani 1999 hevur Guðjón Valur Sigurðsson leikt heilar 322 landsdystir á íslendska A-landsliðnum. Í hesum 322 landsdystunum hevur Guðjón Valur Sigurðsson skorað ikki færri enn 1707 mál. Tað eru 5,3 mál í snitt.

 

Í snitt hevur Guðjón Valur Sigurðsson leikt 58 og ein hálvan minutt av hvørjum 60 minuttum í teimum 322 landsdystunum, sum má sigast at verða heilt ótrúligt.

 

Guðjón Valur Sigurðsson fer komandi vikurnar at taka lut í sínum 20. endaspæli fyri Ísland, tá HM-endaspæl verður í Fraklandi. Síðani 1999 hevur Guðjón Valur Sigurðsson tikið lut í níggju EM-endaspølum, trimum OL-endaspølum, og skal nú taka lut í sínum áttanda HM-endaspæli fyri sítt kæra Ísland.

 

Í 2008 vann Guðjón Valur Sigurðsson OL-silvur, og í 2010 vann hann EM-bronsu við íslendska landsliðnum.

 

Síðani 2001 hevur Guðjón Valur Sigurðsson verið yrkisspælari. Nú spælir hann við Rhein-Necka Löwen í týsku bundesliguni. Àðrenn tað spældi hann við FC Barcelona Handbol.

 

Dagblaðið "Vísir" í Íslandi hevur gjørt eitt flott yvirlit yvir endaspæls-avrikini hjá Guðjón Vali Sigurðssyni.

 

Í HM-endaspælinum er Ísland í bólki B. Hini liðini í bólkinum eru Spania, Slovenia, Makedonia, Tunesia og Angola.