Tað eru heldur fleiri, sum hittast at hugna sær saman í KFUK í ár enn tað var í fjør. Tað eru Louisa og maðurin Eisenberg Hansen, ið skipa fyri jólahugnanum. Tað er tíverri so, at fleiri sita einsamøll á jólum og hava ongan at gleðast saman við. So mikið meiri hugaligt er tað, at hesi kunnu koma saman og halda jól.
Tað hevur verið trafitión í mong ár, at KFUK skipar fyri jólaaftanshunga fyri teimum, sum annars ongan hava at hunga sær saman við. Í fjør vóru tey 14, men í ár verða tey heldur fleiri, 20.
- Tað er akkurát sum ein jólaaftan heima. Vit hugna okkum saman, práta og eta jóladunnu við sós, reyðkáli, brúnkaðum og vanligum eplum. Og so verður rísingreytur omaná við tveimum mandilgávum, sigur Louisa Hansen.
Kaffi og smákøkur verða, og so verður jólaevangeliið eisini lisið.
- So dansa vit eisini jólatræ, og tá plagar løgmaður at koma á vitjan og dansa við, sigur Louisa Hansen.
Jólagestirnir eru heilt frá 29 árum og upp í 80-ini, og sjálvandi av báðum kynum.
Matin keypa tey hálvtilgjørdan frá køkinum á Landssjúkrahúsinum, so tey leggja síðstu hond á sjálvi.
- Við mær og manninum verða vit 22, men so koma ein vinkona mín og maður hennara seinni at hjálpa okkum við uppvaskinum, sigur Louisa Hansen.
Døgurðin verður nú klokkan 19, og Portalurin ynskir teimum eitt hugnaligt kvøld.