20 dagar í fongsli


Fríggjadagin var enn eitt mál í stóra rúsevnamálinum fyri í Føroya Rætti. Ein ungur maður fekk 60 daga fongsulsrevsing fyri at hava keypt nógv ymisk sløg av rúsevnum. Maðurin skal sita 20 dagar beinanvegin, meðan hinir 40 dagarnir er ein treytaður dómur. Hann fekk harumframt 3.500 krónur í bót, og hald er lagt á útgerð til nýtslu av rúsevnum.
Maðurin er dømdur fyri at hava keypt125 gramm av hassji, 2 gramm av kokaini, eitt sindur av LSD, 3 gramm av amfetamini og 5 ecstacy pillarar. Eisini er hann dømdur fyri at hava gjørt eina roynd at keypa 25 ecstacy pillarar. Alt var til egið brúk.
Tá løgreglan gjørdi húsarannsókn fann hon eisini eina ólógliga salongriflu og nakrar patrónir. Hetta var maðurin eisini dømdur fyri.