20 bátar eru hjá grindini

Tað gongur heldur striltið at reka grindina inn á Fuglafjørð

 

Einir 20 bátar eru hjá grindini, sum beint nú er mitt á fjørðinum í Fuglafirði. Grindin hevur gingið skjótt suður eftir, aftaná hon varð funnin í Oyndarfirði fyri góðum tíma síðani.

Men nú grynnist, og tað gongur eitt sindur seint at reka hana, sambært Jón Nolsøe Olsen, grindaformanni. Har eru umleið einir 100 metrar eftir, til grindin er komin á Fuglafjørð og klár at gera landgongd.

Jón Nolsøe Olsen sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu stór grindin er. Men hon liggur um einar 30 hval.