20 børn skulu kannast fyri tuberklar

Nú skulu umleið 20 barnagarðsbørn í Upernavik kannast fyri tuberklasmittu, tí eitt vaksið fólk á stovninum hevur fingið staðfest tuberklar.

- Eg kann vátta, at vit hava eitt mál, sum snýr seg um tuberklasjúku á einum dagstovni í Upernavik. Tað er eitt vaksið fólk, sum er rakt av sjúkuni. Nú eru vit í holt við at finna út av, um børn eisini eru vorðin smittað.

 

Tað sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, við Sermitsiaq, og hann leggur aftrat, at kanningarnar framvegis eru í gongd.

 

Tá blaðið spyr, nær tilburðurin við tuberklum hevur verið, sigur landslæknin, at tað var í byrjanini av hesum árinum. Umleið 20 barnagarðsbørn skulu kannast fyri at finna út av, um tey hava fingið tuberklasmittu.

 

Landslæknin sigur, at slíkar kanningar taka fleiri vikur, og royndirnar verða sendar til Nuuk. Kanningarnar í Upernavik verða gjørdar við blóðroyndum, og siðan verður kannað, um børn eru smittað.

 

- Tú verður ikki neyðturviliga sjúkur av at vera smittaður við tuberklum, men hevur tú fingið ígerðarsjúkuna, fáa fólk tilboð um viðgerð, sigur Henrik L. Hansen, sum væntar at fáa svar upp á royndirnar í hesum mánaðinum.