20 arbeiðsgevarar søkt um góðkenning til útlendingar

Nýggja útlendingalógin hevur virkað í tveir mánaðir og men enn eru ikki nógvir útlendingar komnir til Føroyar

Nú eru tveir mánaðir síðani, at nýggja útlendingalógin kom í gildið, sum ger tað munandi lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa ES-borgarar til Føroyar at arbeiða.

Men enn sær ikki út til at tað stóra er hent á økinum.

Á nýstovnaðu útlendingastovuni siga tey, at skipanin er so nýggj, at enn má hon sigast at verða undir uppbygging.

Tí hava tey enn ongi tøl fyri, hvussu nógvir útlendingar eru komnir higar eftir hesi nýggju skipanini.

Skipanin er soleiðis, at føroyskir arbeiðsgevarar kunnu søkja danska donsku útlendingatænastuna um eina almenna góðkenning og fáa teir hana, kunnu teir frítt fáa ES borgarar til Føroyar at arbeiða, bara teir boða frá hvørja ferð, teir fáa útlendingar hendavegin og, hvussu leingi teir skulu vera her. Men tey fáa í mesta lagi loyvi at vera her í eitt ár ísenn.

Treytin er, at útlendingarnir arbeiða eftir føroyskum sáttmálum og teir skulu hava trygd fyri minst 30 tíma arbeiðsviku.

Hetta er fyri at gera tað nógv skjótari og smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

Útlendingastovan sigur, at tey hava fingið upplýst frá donsku útlendingatænastuni, at í farnu viku høvdu 20 føroyskir arbeiðsgevarar søkt um almenna góðkenning at fáa útlendingar úr ES-londum higar at arbeiða.

Higartil eru 14 umsóknir játtaðar og hinar seks eru undir viðgerð.

Men hetta sigur sum so onki um, hvussu nógvir útlendingar eru komnir hendavegin, tí tey tølini hevur útlendingastovan ikki fingið enn

Fakfeløgini siga, at teimum vitandi eru ikki nógvir útlendingar komnir til Føroyar eftir hesi lógini.

Men mett verður, at ein orsøk til tað er, at skipanin so nýggj og hartil hevur hásummar verið og tá hevur ikki heilt so nógv arbeiðið verið, tí alt er ávirkað av summarfrítíðini.