Týsdagin 25. mai fer Teistin til 20 ára klassing. Klassingin fer eftir ætlan at taka 4-6 vikur.
Broytingar á Sandoyarleiðini - leið 60 og 85
- Ternan fer at sigla á leið 60, meðan Hasfjord framhaldandi røkir leið 85.
- Tillagingar verða gjørdar í ferðaætlanini fyri Hasfjord á leið 85.
- Allur farmaflutningur við størri akførum verður fluttur við Hasfjord á leið 85.
- Plássbílegging til Ternuna á SSL.fo, verður tøk mánadagin 24/5.
Broytingar á Nólsoyarleiðini - leið 90
- Erla Kongsdóttir fer aftur at røkja leið 90 eftir verandi ferðaætlan.
- Sam ger vikuligar farmatúrar á leið 90.
Nærri kunning
Kunnað verður nærri um broytingarnar, fríggjadagin 21. mai 2021, skrivar Strandferðslan á síni heimasíðu.