Hendan vikan hevur verið sera køld í Danmark, og í morgun fóru mátararnir fyri fyrstu ferð í vetur niður um 20 kuldastig. Tað var í Skrydstrup í Jyllandi, har tað frysti 20,1 stig. Nógva aðrastaðni í Jyllandi hevur tað fryst meiri enn 18 stig í nátt og í morgun.
Hendan náttin er nógv tann kaldasta í Danmark í vetur. Gjáranáttina frysti 14,3 stig í Esbjerg og við Ribe.
Donsku veðurmenninir siga, at tað er heldur ikki vanligt, at tað frystir 20 stig í februar. Vanliga plagar tað at frysta eini 16 stig, tá tað er kaldast. Men tað kann vera nógv kaldari enn so í februar. Tað gamla kuldametið er frá 1942, tá tað frysti 29,0 stig.