20.000 Facebook-vinir

10 ting um Lars Løkke Rasmussen

1 Løkke varð føddur í Vejle, og fyrr í ár kundi hann halda sín 45 ára føðingardag.


2. Í september í 1994 var hann valdur í Fólkatingið fyrstu ferð, og frá 1998 til 2001 var hann amtsborgmeistari í Frederiksborg Amti.


3. Løkke kom fyrstu ferð í eina danska stjórn í 2001. Hann hevur virkað sum ráðharri í innríkismálum, heilsumálum og fíggjarmálum, áðrenn hann í apríl í ár tók við sum forsætisráðharri í Danmark.


4. Hóast hann hevur sama eftirnavn sum báðir undanmenninir hjá sær í forsætisráðnum, er hann ikki í familju við Poul Nyrup Rasmussen ella Anders Fogh Rasmussen.


5 Løkke er giftur við Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, og tey eiga trý børn – Bergur, Lisa og Símun. Familjan býr í Græsted. Føroysku ættarbondini hjá familjuni hava gjørt, at Løkke javnan hevur ferðast í Føroyum.


6 Lars Løkke Rasmussen er 41. stjórnarleiðarin í Danmark, og hann er tann 21., sum kann kalla seg forsætisráðharri.


7 Løkke hevur fleiri ferðir við í andglettinum í Danmark, tí hann skal hava latið tað almenna goldið fyri útreiðslur, sum hann sjálvur skuldi goldið fyri. Ein gjøgnumgongd av hansara útreiðsluskjølum hevði við sær, at hann betalti ein nakrar upphæddir aftur ella lat tey til vælgerandi endamál.


8 Í 1983 tók hann studentsprógv á Helsinge Gymnasium, og í 1992 gjørdist hann cand. Jur. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.


9 Mær dámar væl skerpikjøt, ræstan fisk og annan føroyskan mat, men mær dámar best tann matin, sum eg sjálvur geri, segði Lars Løkke Rasmussen fyrr í ár við Rás2.


10 Løkke er virkin á eitt nú Facebook og Twitter, har hann javnan dagførir sín profil. Hann hevur meira enn 20.000 vinir á Facebook, og teirra millum eru nógvir føroyingar.