2 x Kyndil-H71 á FM1 sunnudagin

Dysturin millum Kyndil og H71 í SMS-deildini byrjar klokkan 14 og dysturin millum Kyndil og H71 í Burn mansdeildini byrjar klokkan 16

Sunnudagin sigur FM1 aftur beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum. 

Fyrri dysturin verður oddadysturin í SMS-deildini millum Kyndil og H71. Kyndil er á odda við 20 stigum. H71 hevur 17 stig.

Seinni dysturin verður dysturin í Burn mansdeildini millum Kyndil og H71. Kyndil liggur aftast við bara fýra stigum. H71 er oddalið við 19 stigum, og er tí greiður favorittur at vinna dystin.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá báðum dystunum, ið vera spældir í høllini á Hálsi í Havn.

Ljóðsamrøður við umboð fyri Kyndil og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra FM1 HER