2 x danskan popp rokk

Føroyski Marius og danski Ave eru tveir bólkar, ið spæla innan somu tónleikagrein. Báðir bólkar hava greiðar tilvísingar til danskan modernaðan rokk, sum Carpark North og Mew. Tí var tað ein skilagóð avgerð hjá fyrireikarunum at leggja hesar bólkar við síðuna av hvør øðrum í spæliskránni. Hóast bólkarnir líkjast eru teir samstundis sera ymiskir í mátanum teir spæla henda tónleik. Føroyski bólkurin spældi áðrenn tann danski, og hóast framførslan sum so var væl spæld, so manglaði nervin og inniligheitin, ið vit kenna frá framførslum hjá Marius fyrr, um tað vóru manglandi áhoyrarnir ella okkurt annað, ið var orsøk til hetta er ikki til at vita.

 

Hóast tónleikurin ikki er slóðbrótandi, so spældi Ave væl. Framførslan var góð og krydda við ljóðførum, sum einum gomlum útvarpstóli og eini skrivimaskinu, varð hon eisini áhugaverd. Songrøddin hjá sangaranum bar eisini framførsluni væl. Røddin minti í støðum um røddina hjá Suede sangaranum, Bret Anderson.