Hjá 2 x 3 kanst tú fáa so at siga alt, sum skal til, fyri at byggja eini hús uttan hita, vatn og sanitet. Handilin hevur m.a. ein stóra timburdeild, og hevur tú keypt timbur, sum skal málast, so fært tú eisini røttu málingina í 2 x 3. Tey hava nevniliga eisini eina stóra málingadeild.
Ert tú til dømis í ferð við at byggja eini hús, so skalt tú eisini brúka røttu amboðini til tey ymisku tingini, og hetta fært tú eisini í 2 x 3. Handilin hevur eitt stórt úrval av amboðum, so hetta skuldi ikki verið ein trupulleiki. Annars hevur 2 x 3 eitt stórt úrval av hurðum, knagum, vindeygakamum, roykalarmum, umframt lím, mortil, penslar og nógv, nógv annað. Handilin hevur eisini eina avdeiling við gávulutum ella pyntilutum til tíni hús.
Afturat øllum hesum kann 2 x 3 eisini fríðka tær um urtagarðin. Har er nevniliga ein stór havadeild, sum hevur bæði trø, runnar og smærri blomstur.
Samanumtikið er 2 x 3 tann handilin av sínum slag í Føroyum, sum er breiðast og hevur størst úrval av vøru. Sum um hetta ikki er nokk, so er handilin eisini bíligur.