Tað var ein øgiligur spenningur gjáramorgunin, tá lesararnir á Sosialinum og lurtararnir á Rás2 kappaðust um dagsins vinning: Eina ferð fyri tvey til Keypmannahavnar og uppihald á Hotel Hebron.
Vinnari í kappingini gjørdist – enn einaferð, má man vist heldur siga – Ása Beder sum býr í Havn.
- Fyrstu ferðina eg ringdi inn, tók eg bara blaðið fram, og ringdi so. Men annars er neyðugt at ein fyrireikar seg væl, vísir hon á.
Hetta gjørdi seg ikki minst galdandi, tá hon vann kappingina um eina ferð til Lalandia við Billund, og aftur í gjáramorgunin.
- Eg skrivaði nøvnini á fyritøkunum niðast á síðuni, og hevði blaðað alt blaðið nakrar ferðir í gjøgnum. Og so ræður bara um at vera kvik, lurta væl eftir spurninginum og finna svarið sum skjótast, greiðir hon frá.
Hósdagin í farnu viku fóru tey til Lalandia, har tey búðu í einum summarhúsi á økinum. Hóast veðrið ikki var av tí besta, so bilti tað ikki, tí tað stóra baðilandið liggur í roynd og veru innandura.
- Eg ætli mær heilt vist at spæla við, tá kappingin aftur verður, sigur hon avgjørd.










