Hesaferð verður kappast í hesum greinum
Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur og dreingir 12-13 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Minnist til, at í hvørjum aldursflokki hjá gentum og dreingjum verður kappast í fýra greinum - spurti, miðteini, kasti og lopi. Og tað eru tvey tey bestu úrslitini í hvørjari grein, sum verða løgd saman til endaliga úrslitið. Tað ber sostatt til hjá einum íðkara at vinna heili 4 heiðursmerki.
Sum nevnt byrja kappingarnar kl. 19.00, so fyri at vit kunnu byrja stundisliga, mugu øll møta í seinasta lagi kl. 18.30. Vit verða nógvir luttakarar, so tað er umráðandi at møtt verður til tíðina, og at kappingarnar fylgja tíðarætlanini. Hon verður at síggja www.renn.fo mikudagin um middagsleitið.
Seinasta freist at melda til er týskvøldið kl. 22.00. Tað verður IKKI møguligt at melda til á staðnum. Tilmelding á www.renn.fo