2. útbjóðingarumfar - visjónir og møguleikar

Tíðindaskriv

Nú farið verður undir eitt nýtt umfar at leita eftir olju í føroyskum øki skipar Oljutingið fyri fundi undir heitinum: "2. útbjóðingarumfar - visjónir og møguleikar".

Á fundinum mikukvøldið 14. apríl kl. 19 í Listaskálanum leggur Landsstýrismaðurin í Oljumálum, Bjarni Djurholm fram visjónir sínar fyri føroysku oljuvinnuni.

Stjórin fyri Oljufyrisitingina, Sigurð í Jákupsstovu, leggur fram um hvørji øki verða boðin út og undir hvørjum treytum oljufeløgini ætlandi koma at virka undir í øðrum útbjóðingarumfari.

FOÍB, sum er felagið hjá oljufeløgunum, ið fingu tillutað leitiloyvi í fyrsta útbjóðingarumfari í føroyskum øki stuðlar Oljutinginum hesuferð, og leggur eisini fram á fundinum stutt um endamál og virksemi hjá FOÍB.

Oljutingið hevur til endamáls - sum ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta verður gjørt við at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum hóskandi tiltøkum limanna millum og fyri almenninginum.