Tónleikur
Cosmopol er ein rættiliga stórur pallur, ið tekur umleið 6.000 fólk. Cosmpol leggur seg eftir at bjóða eina Urban kenslu, har stórbýurin verður fluttur út á Dyreskuepladsen í Roskilde. Í ár serliga íblástur fingin úr stórbýarlívinum í London. Hesin pallur kemur í staðin fyri Metropol, har elektroniskur tónleikur áður átti innivist, partur av hesum tónleiki verður á Cosmopol, meðan annað verðu flutt út á hinar pallarnar. M.a. á hin nýggja pallin, ið tey rópa Astoria. Astoria verður ein lítil intimur pallur um dagin, har pláss verður til tað meira inniliga, ið ikki klæðir stóru pallunum, elektroniskur tónleikur, post-rokkur og annað tílíkt. Eitt nú verður nógvu leitandi tónleikur á pallinum. Hesin pallurin verður um kvøldarnar karmur um veitslur, har klub-kenslan verður endurskapt. Hesin festivalur avloysur Ballroom. Tann tónleikurin, ið var á Ballroom verður ístaðin spjaddur út á aðrar pallar.