2 mió í stuðli til fjølmiðlarnar

Lógaruppskot um stuðul til privatar miðlar er nú farið til hoyringar.

2 milliónir krónur eru játtaðar privatu føroysku miðlunum at søkja á fíggjarlógini fyri 2015.

- Fremsta málið við stuðuljáttanini, er at tryggja eitt fjølbroytt miðlalandslag, sum hevur karmarnar at virka sjálvstøðugan og kritiskan tíðindaflutning, sigur Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharri, sum varðar av miðlamálum.

 

Lógaruppskoti ásetir ein leist, sum gangast skal eftir, tá ið søkt verður um stuðul, men áðrenn uppskotið kann berast løgtinginum til samtyktar, skal tað til hoyringar hjá viðkomandi pørtunum, ið fáa høvi at gera viðmerkingar og uppskot um broytingar.

Millum ásetingarnar fyri redaktiónir, er minsta kravi, at ein ábyrgdarstjóri umframt eitt starvsfólk við einum Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharri, sum varðar av fjølmiðlamálum, greiðir soleiðis frá, hvør kann søkja stuðulin.