Regin W. Dalsgaard letur í dag upp fotoframsýning ,sum hann kallast “2 minuttir”.
Framsýningin er í Smiðjuni í Lítluvík, og evnið er grindadrápið í Sandagerði í juli í fjør.
Hetta er fyrsta framsýningin hjá Regini, sum hevur tikið myndir í nógv ár. Motivini hava serliga verið tónleikarar og portrett, men hann hevur eisini tikið náttúrumyndir. Regin vann seinasta ár virðislønina Merit Award á New York Institute of Photography.
Leyp í grindadráp
Tað var ein summarmorgun í fjør, at Regin W. Dalsgaard tók myndirnar, sum nú verða sýndar fram. Drápið var klokkan átta um morgunin.
- Eg drønaðu út við myndatólinum og tók eina rúgvu av myndum. Eg hugsaði ikki um, at tað skuldi blíva til eina framsýning, men aftaná er hugskotið komið, og nú er tað veruleiki, sigur Regin W. Dalsgaard.
- Myndirnar lýsa tað villa í fólkinum, tá ið tey fara í grind. Myndirnar vísa fólkini í grindadrápinum - vreiðina, samskipanina, samanspælið millum menninar og drápið sjálvt, sigur hann.
Myndirnar hava fingið íblástur frá stórfilmunum Braveheart og 300.
18 myndir eru á framsýningini, sum letur upp í dag og hevur opið fram til mikudagin.
Regin W. Dalsgaard vónar, at myndir seinni kunnu útstillast uttanlands, og hann arbeiðir í løtuni við at fáa myndirnar inn á eitt gallarí mitt í Paris.
Myndatekstur:
- Myndirnar lýsa tað villa í fólkinum, tá ið tey fara í grind, sigur Regin W. Dalsgaard.
Mynd: Jens Kristian Vang