?2 minuttir? er heitið á fotoframsýningini, sum Regin W. Dalsgaard letur upp. Evnið er grindadrápið í Sandagerði í juli í fjør. Hetta er fyrsta framsýningin hjá Regini, sum hevur tikið myndir í nógv ár. Serliga hava motivini verið tónleikarar og portrett, men hevur hann eisini tikið náttúrumyndir. Regin vann seinasta ár virðislønina Merit Award á New York Institute of Photography.
Ferniseringin verður fríggjadagin 25. mars kl. 16.00 í Smiðjuni í Lítluvík. Guðrið Hansdóttir og Gypsy Train fara eisini at framføra.
Framsýningin verður opin leygardagin 26. mars og sunnudagin 27. mars frá kl. 14 til 18. Eisini er opið mánadagin 28. mars til mikudagin 30. mars klokkan kl. 16 til 19.










