Granskingarnevndin boðar í dag frá, at tey hava játtað játtað stuðul til tvær verkætlanir á heilsuøkinum.
Katrin Eivindardóttir Danielsen stendur á odda fyri eina verkætlan, ið skal fyribyrgja hjartasjúkur hjá nýføðingum. Hon hevur fingið játtað 953.715 krónur til verkætlanina á Landssjúkrahúsinum við heitinum “Fyribyrging av hjartasjúkum við neyvari skreening av nýføðingum”.
Harumframt hevur Maria Skaalum Petersen fingið játtað pening til sína ph.d. verkætlan á Fróðskaparsetur Føroya, ið er kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum. Til tað hevur hon fingið játtað kr. 1.120.010 krónur.










