2 mál av dagsskránni

.

Tvey mál vórðu tikin av dagsskránni fyri tingfundin mikudagin. Eitt teirra fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 22/1999, sum er uppskot frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld. Hitt var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 26/1999, sum er uppskot frá Finnboga Arge, landsstýrismanni, til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.