2. lið tók eitt hálvt stig

Innanhýsis uppgerðin millum liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag endaði við 3 ½-½ sigri til 1. lið

Síðsti dysturin í fyrsta umfari í bestu deildini í talvi varð á skránni í gjárkvøldi. Talan var um innanhýsis uppgerðina millum bæði liðini hjá Klaksvíkar Talvfelag, sum var útsettur frá sunnudegnum.

Fyrsta lið vann stóran sigur, men tað var merkisvert, at tað eydnaðist 2. liði at vinna eitt hálvt stig. Tað var á øðrum borði, har Rani Baldursson við svarta fólkinum megnaði remis ímóti Steintór Rasmussen. Rani vann á páskum fyrsta bólk í FM fyri einstaklingar.

Á fyrsta borði vann Ólavur Simonsen við svarta fólkinum á Rana Nolsøe, á triðja borði vann Finnbjørn Vang við svørtum á Tummasi Martin Sólsker, og á fjórða borði vann Terji Petersen við hvítum á Esberni Christiansen.

Støðan eftir fyrsta umfar: Sandavágur 4 stig, Klaksvík 1 3 ½ stig, Toftir 2 ½ stig, Havnin 1 ½ stig, Klaksvík2 ½ stig og Vestmanna 0 stig.

Í morgin er annað umfar á skránni. Tá eru bæði liðini hjá KTF á heimavølli. Klaksvík 1 fær vitjan úr Sandavági.  Klaksvík 2 fær vitjan úr Havnini. Triði dysturin verður í Vestmanna, har toftamenn fara á vitjan.

Sandavágsmenn hava síðstu árini havt gott tak á klaksvíkingum. Í vár var KTF á FM kós undan vitjanini úr Sandavági í triði síðsta umfari. Sandavágsmenn fóru ta ferðina úr Klaksvík við 4-0 sigri, og tað var gott grundarlag undir meistaraskapinum, sum Sandavágur seinni tryggjaði sær.