2. jólakvøld fara teir á Flemish Kap

- Vit høvdu ikki færri enn 17 trossar í land í nátt, men kortini svav eg ikki heilt tryggur, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot.

- Í kvøld - jólaaftan - eru vit heima hjá mær saman við familjuni hjá konuni. Jóladag eta vit døgurða hjá foreldrunum hjá mær, og seinni verður øll familjan - umleið 50 í tali - til nátturða.

 

Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot í Klaksvík. Hann leggur aftrat, at 2. jóladag verða hann, kona og børn heima hjá teimum sjálvum.

 

- Hetta verður helst seinasti dagur heima í ár, tí vit fara avstað 2. jólakvøld klokkan 22. Tá ber leiðin yvir á Flemish Kap. Tað eru umleið 1700 fjórðingar at sigla. Eg hopi, at vit fáa góðan byr yvir.

 

Hjaltur Poulsen sigur, at í kvøld eta tey dunnu við øllum góðum afturvið. 1. jóladag verður tað ræst kjøt, og 2. jóladag verður tað hara, sum er hansara lívsrættur, sum hann tekur til.

 

- Konan keypir allar jólagávurnar. Eg havi bara keypt ta einu, og hon er til mína elskaðu konu. 

 

In.fo spurdi eisini skiparan, um ringa veðrið hevur ávirkað jólini hjá honum.

 

- Jú, tað er ikki frítt. Eg var umborð á Ågot nakrar ferðir í nátt fyri at tryggja mær, at alt var í lagi. Vit høvdu ikki færri enn 17 trossar í land, men hóast tað, svav eg ikki heilt tryggur.

 

Hjaltur Poulsen sigur, at atløguplássið, har Ågot liggur í Klaksvík, er vánaligt, tá hann verður útnyrðingur í ættini.

 

- Eg vil at enda ynskja øllum eini hugnalig og góð jól og eitt eydnuberandi nýggjár, sigur skiparin á Ågot, sum loysir aftur 2. jólakvøld.