TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Niklas H. Hanusarson hjá H71 og Andrias Eriksen hjá VÍF í sendingini "SportBoxin" á FM1 seinnapartin.
Mikukvøldið flongdu vestmenningar H71 og vunnu ein knúsandi 33-22 sigur á H71, men bæði Andrias Eriksen og Niklas H. Reginsson staðfesti, at tað verður ein meira spennandi og tættur dystur í Hoyvíkshøllini, sunnudagin klokkan 16.
Niklas H. Reginsson slær fast, at teir í H71 hava reist seg fyrr aftaná slík stórtap, og tann frimilin skal finnast fram aftur nú.
VÍF hevur nú tveir møguleikar at røkka FM-finalunum, og fyri Andrias Eriksen verður tað meir enn gott um VÍF bara vinnur við einum máli.
Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum millum H71 og VÍF á FM1.