Høvdu teir rakt tríggjar dúgvur aftrat, so var bronsan vís og fimm aftrat hevði rokkið til silvur. Tískil vóru teir rættiliga skuffaðir, tá kappingin var av. Eitt fjórða pláss er sama plasering sum í liðkappingini í skeet í fjør, men tá endaðu teir rættiliga langt frá triðja plássinum. Vinnari av liðkappingini í skeet gjørdist Isle of Man við 173 dúgvum. Cayman Islands gjørdist nummar tvey við 165 dúgvum, og nummar trý – og bara tvær dúgvur fleiri enn Føroyar – var Áland við 163 dúgvum.









