2 bjóða seg fram at taka við eftir Leilu

MBF Tvey valevni bjóða seg fram at taka við sum forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu eftir Leilu Solmunde, sum brádliga doyði herfyri

Tað verða tvey valevni, sum bjóða seg fram at fylla tómrúmið eftir Leilu Solmunde sum forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF.
MBF hevur aðalfund 15. mai og tá skal nýtt fólk veljast til at taka við eftir forkvinnuna, Leilu Solmunde, sum brádliga doyði herfyri.
Og nú freistin at stilla upp var úti 24. apríl er greitt, at tað eru tvey uppskot til formansskapin í MBF.
Annað valevni er Carita Bjørklund, námsfrøðingur í Sørvági, sum starvsnevndin í MBF hevur skotið upp.
Hon hevur skerdan førleika og hevur arbeitt avmarkaða tíð.
Hitt valevni er Maria Jacobsen í Sandavági, sum er málsviðgerðari á Skipaeftirlitinum, men hon hevur eisini arbeitt við ymsum málum í sambandi við rúmliga arbeiðsmarknaðinum, fyritíðarpensjón og børnum, ið eru send av landinum.
Sigrun Wardum, sum situr í Starvsnevndini í MBF, fegnast um, at meiri enn eitt valevni bjóða seg fram, tí so verður talan um eitt veruligt val.
- Leila hevur verið eitt gott umboð fyri okkum og hevur skapt virðing ímillum fólk og myndugleikar, so tað verður ein avbjóðing at taka við eftir hana, ásannar hon.
Hon sigur, at annars standa tveir aðrir limir í starvsnevndini fyri vali.
Annar limurin sum stendur fyri vali, er Sigrun Wardum, sum umboðar bólkin við sálarligum og neurologiskum brekum.
Hon stillar upp aftur og hevur onki mótvalevni.
Hitt valevni er Jensa Heinesen úr Hjartafelagnum, sum umboðar medisinsk brek. Hon stillar eisini upp aftur, men hon fær eitt mótvalevni frá Astma og allerigfelagnum, sum hevur stillað Bozenu Rasmussen úr Hoyvík, upp.
Hinir nevndarlimirnir í starvsnevndini eru Ruth Thomsen, sum umboðar bólkin fyri rørslubrek og Yvonna Hjaltalin, sum umboðar samskiftisbólkin.?
Nevndarlimirnir verða valdur fyri tvey ár ísenn, men teir kunnu í mesta lagi sita tvey valskeið, so skulu teir úr nevndini í minst eitt valskeið.
Starvsnevndini í MBF verður umboðað av fýra bólkum: Medisinski bólkurin, Rørslubólkurin, Samskiftisbólkurin og Bólkurin fyri sálarlig og neurologisk brek, og nevndarlimirnir skulu ganga upp á skift ímillum bólkarnar.