2.723.000 kr fyri vind í eitt ár

Longu eftir fyrsta heila roknskaparárið við vindmyllum kann staðfestast, at talan er um lønandi virksemi, sum Sp/f Røkt fór undir í 2003

Roknskapur

1.503 tkr. Tað var úrslitið hjá Sp/f Røkt í 2004 áðrenn skatt. Sp/f Røkt er felagið, sum eigur og rekur tær tríggjar vindmyllurnar uppi á Mýrum við Vestmanna.
Eftir skatt var úrslitið 1.142 tkr., so tað ber illa til at staðfesta annað enn, at talan er um eina lønandi framleiðslu, sum felagið fór undir á heysti 2003.
Og skal tosast um vindmyllurnar, so hevur vinningurin hjá felagnum verið størri enn so. Felagið hevur eisini havt smoltframleiðslu sum virkisøki, men í ársfrágreiðingini verður sagt, at hetta virksemið í 2004 hevði við sær, at felagið varð noytt at avskriva 700 tkr. Og hartil skal leggjast, at av samlaðu avskrivingunum á 1.657 tkr., stendur smoltstøðin fyri teimum 520 tkr. Við verandi avskrivingarhátti verður smoltstøðin fult niðurskrivað við árslok 2005, og fer hesin parturin soleiðis als ikki at tyngja raksturin eftir hetta.
Tað vil við øðrum orðum siga, at verður raksturin av vindmyllunum tikin fyri seg í roknskapinum, so gevur hesin eitt avlop á 2.723 tkr.
Somuleiðis fer rentubyrðan hjá felagnum at minka, so hvørt sum veðskuldin fyri vindmyllurnar minkar. Lántøkan til íløguna var íalt knappar 13 mió kr., og í 2004 var rentubyrðan av hesum 510 tkr.
Sp/f Røkt hevur 15 ára sáttmála við SEV um keyp av orku frá vindmyllunum uppi á Mýrum.