Føroya rættur hevur givið einum skipara 2.500 krónur í bót fyri ólógligan fiskiskap eftir havtasku.
Málið var fyri í Føroya rætti í síðstu viku. Ein skipari var ákærdur fyri at hava latið havtaskugørn síni standa ov leingi.
Kunngerðin sigur, at gørnini ikki mugu standa meiri enn 72 tímar, men sambært ákæruvaldinum stóðu gørnini hendan túrin í seks døgn ella út við 144 tímar.
Skiparin játtaði, at gørnini høvdu staðið úti ov leingi, men helt ikki, at hann átti at revsast fyri hetta.
- Eg kundi sjálvandi lættliga rindað bótina, men eg vil hava málið í rættin, fyri at lýsa umstøðurnar betri og hvussu órættvís kunngerðin er, segði hann í rættinum.
Skiparin førdi fram, at hjá sær tekur tað 16 til 20 tímar at draga og seta gørnini aftur. Síðani skulu tey dragast aftur innan 72 tímar. Fyrstu gørnini, sum verða sett, standa tí upp til 92 tímar úti. Hann sigur, at hann hevur loyvi til 900 gørn, men setur sum oftast eini 600 fyri at røkta tey 600 betri.
Størru skipini, sum hava nógv fleiri gørn, upp í 1.400 gørn, brúka kanska tríggjar til fýra døgn um at draga og seta gørnini aftur, tað vil siga 72 til 96 tímar. Síðani skulu tey dragast aftur innan 72 tímar. Gørnini hjá størri skipunum standa tí í 144 til 168 tímar, altso væl longri enn hansara egnu, vísti skiparin á.
Endamálið við kunngerðini er at havtaskan ikki skal standa ov leingi í gørnunum og at veiðan ikki skal gerast ov vánalig. Tá fiskurin nú ikki stóð longri í hansara gørnum enn hon ger hjá stóru skipunum, heldur skiparin ikki, at tað er rætt at revsa seg. Hinvegin heldur hann, at kunngerðin eigur at broytast.
Ákærin førdi fram, at tá skiparin játtar, at gørnini hava staðið og leingi, og umboð fyri Vørn vátta, at tey halda seg til kunngerðina, hóast hon kanska kann tykjast at raka órættvíst, er eingin orsøk til at skiparin skal sleppa undan revsing. Upprunaliga var kravið ein bót upp á 5.000 krónur, men av tí, at so long tíð er liðin er kravið linkað til 2.500 krónur.
Dómarin helt sum ákærin. Dómarin sigur í dóminum, at tá skiparin bæði hevur játtað seg sekan og játtað, at hann kendi lógina, men kortini breyt hana, kann hann illa gera annað enn døma mannin sekan. Hóast kunngerðin kann tykjast órættvís, so er tað uppgávan hjá Vørn at hondhevja lógina og hjá rættinum at døma eftir henni. Tað er upp til lóggevandi valdið at broyta hana, sigur dómarin.
Skiparin fekk tí eina bót upp á 2.500 krónur.










