Høgni Lützen og tey 2.400 fólkini, sum hava skrivað undir, mótmæla, at tjóðleikhús verður bygd á parkeringsøkinum á Skálatrøð. Tey halda tó, at tjóðleikhús skal byggjast í Havn, men ikki á Skálatrøð.
##med2##
Høgni Lützen heitir eisini á býráðið um at broyta parkeringsplássið á Skálatrøð og tekna básarnar øðrvísi upp. Tað hevði givið eini 60-70 ókeypis parkeringspláss beinanvegin, segði hann.
Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra tey bæði, Anniku Olsen og Høgna Lützen