Tað er Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen Byggibúð, sum hevur skipað fyri undirskriftainnsavnanini
Í brævinum, sum Høgni Lützen fer at handa borgarstjóranum sigur hann, at tey mótmælandi heilt greitt heita á borgarstjóran um at broyta staðsetingina av tjóðleikhúsinum á Skálatrøð.
– Vit koma at fylgja væl upp upp á hetta mál komandi tíðina. Og kanska ger tað ikki støðuna verri, at tú sjálv stillar upp til meira enn eitt val komandi ári. Soleiðis verður ríkt høvi hjá tær at »fjerna hendan steinin úr skónum hjá so nógvum fólki«. So tú kann fáa frið at arbeiða við øðrum málum, sigur hann.
Hann sigur víðari, at tey eru nógv, sum eru vónsvikin av, at Annika Olsen hevur tvíhildið um at fylla opna plássið á Skálatrøð við einum kolossi av einum bygningi.
– Her vantar tykni fyri stóra skaranum av fólki, ið ikki ynskir, at hetta skal henda. Men sum vilja varðveita eitt tað síðsta opna plássið í gomlu Havnini, sigur hann.
Høgni Lützen vísir á, at býráðið heldur kann fríðka um við at asfaltera Skálatrøð og strika parkeringsbásarnar øðrvísi, so at tey fáa fleiri nýggj »ókeypis« parkeringspláss.
– Og hví ikki planta nøkur trø og seta nøkur borð og beinir upp á veðurgóða plássinum, so tað kann koma størru fjøldini til góðar og ikki bert teimum fáu. Eg kann heilsa og siga, at borðini og neikirnir fram við okkara handli verða sera væl vitjaðir hvønn dag – av stórum og smáum, sigur Høgni Lützen, sum endar við spurninginum til Anniku Olsen, borgarstjóra:
– Hvat ætlar tú konkret at gera við staðsetingina av tjóðleikhúsi á Skálatrøð í nærmastu framtíð?