2,4 miljardir krónur til fiskivinnuna

Bretland

 

ES samtykti fyrr í heyst bretsku ætlaninar fyri fiskivinnuna fram til ár 2013.

Av teimum 2,4 miljardum krónunum, sum brúkast skulu í bretsku fiskivinnuni, rindar ES 1,3 miljardir krónur.

Peningurin skal brúkast til at nútímansgera skip og virkir, umframt at ein partur fer til havnabyggingar. Í fyrsta lagi skal fiskiflotin regulerast til fiskiskapin, og í tí sambandi er ætlanin, at fiskiflotin skal gerast meira effektivur og umhvørvisvinarligur.

Peningurin kann eisini brúkast til fyribils veiðibann – ella til keyp av fiskiloyvum.