- IRF hevur seinnu árini arbeitt við at endurnýta sum mest, eitt nú pappír, papp, glærplast og annað. Men, tað er eisini nógv annað, ið verður sent til endurnýtslu, sigur IRF.
Leidningar, batarí, teldur, fartelefonir, elektronikkur, ljósrør, akkumulatorar, køliskáp, ávíst hart plastik, einnýtis plastfløskur, einnýtis metalíløt, frystiboksir, nótir og nógv annað fer eisini til endurnýtslu.
IRF veit at siga, at umframt omanfyrinevnda, verða eisini stórar nøgdir av jarni útfluttar til endurnýtslu, og í 2016 var nøgdin 2.258 tons.
- Tá ræður um teldur, so hevur IRF samstarv við Dugna um at skilja sundur teldur, og so verða teir ymisku lutirnir sendir hvør sær til endurnýtslu.
Lagt verður aftrat, at ymisk sløg av gomlum trolum og havtaskugørnum verða eisini útflutt til endurnýtslu.