2.230 krónur úr Samhaldsfasta

2.230 krónur úr Samhaldsfasta

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin – vanliga nevndur Samhaldsfasti - samtykti á fundi í dag at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 20 % frá 1. jan 2008, soleiðis at eftirlønin verður 2.230 kr um mánaðin, sum er 26.760 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2008. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum.

Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir.

Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a-inntøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at rinda so hvørt, lønin verður útgoldin, annars fáa teir rokning fyri undanfarna árið. Frá 1. januar 2007 hava lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rindað hvør 1,5% av lønini og frá 1. januar 2008 hvør 1,75% av lønini. ??Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin. ??Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 129 frá 28.12.2006 og í kunngerð nr 44 frá 09.05.1997. Eftir hesum reglum er tað Toll- og Skattstovan, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í sparikassa, banka ella postgiro.