2,2 mió kr. í avlopi

Suðuroyar Sparikassi hevði eitt gott ár í fjør. Hetta hóast harða kapping á marknaðinum Samlaða úrslitið hjá bankanum var í fjør 2.211 tkr. í mun til 782 tkr. í 2005.

Tað eru serliga rentu- og kostnaðarinntøkur, sum eru øktar í árinum. Økingin í hesum er ikki minni enn 17,3% ella 2.582 tkr. Samstundis hevur eydnast leiðsluni at halda útreiðsluvøkstrinum niðri. Eitt nú eru starvsfólkaútreiðslurnar lækkaðar 3%.

Eginognin hjá bankanum er nú 42 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 402,8 mió kr. við árslok 2006.