Ongantíð áður gava so nógvir danir livað av veitingum frá tí almenna sum nú. Tey seinastu tíggju árini er talið vaksið 324.000, harav 322.000 eru fólkapensjonistar, og seinni ár fer talið á teimum, sum liva av tí almenna, upp upp 2,2 milliónir. Tað er tað mesta nakrantíð.
Til samanberingar kann nevnast, at í 1970 vóru tað umleið 800.000 danir, sum livdu av veitingum frá tí almenna.
Mads Lundby Hansen, búskaparfrøðingur hjá vitanarstovninum Cepos, sigur við danska kringvarpið, at ein avleiðing av, at so nógv fólk liva av almennum veitingum, er, at Danmark hevur tað hægsta skattatrýstið í teimum vesturlendsku OECD-londunum.
Danska arbeiðsgevarafelagið og danska ídnaðarfelagið hava ávarað um, at gongdin er vandamikil, og aðalstjórin í A.P. Møller - Mærsk, Nils Smedegaard Andersen, hevur sagt, at tað danska vælferðarsamfelagið fer ikki at megna uppgávuna frameftir.









