Alheims heilsustovnurin WHO sigur nú, at 2.106 fólk í Zimbabwe eru deyð av sjúkuni kolera, og at meiri enn 40.000 fólk eru smittað av sjúkuni, síðani teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í august í fjør. WHO sigur, at í meðal eru 5,2 prosent av teimum smittaðu deyð av kolera, og at millum tey seinast smittaðu eru heili 12,6 prosent deyð. WHO sigur, at zimbabwiska heilsuverkið er í skeljasori og hevur ongar møguleikar at loysa trupulleikarnar við kolerasjúkuni.










