Í hálvleikinum var støðan 1-0 til Doulos, og dysturin endaði við at teir vunnu við tveimum málum móti einum.
Á føroyska liðinum vóru: Alex Jacobsen, Klaksvík, John Andreasen, Tórshavn, Leivur á Lakjuni, Fuglafjørður, Ragnar Mouritsen, Hoyvík, Robert Larsen, Porkeri, Petur Mortensen, Argir, Jóhan V. Gunnarsson, Tórshavn, Pætur Jakobsen, Tórshavn, Ásbjørn V. Gunnarsson, Tórshavn, Bárður Christiansen, Tórshavn, Karl Robert Vang, Tórshavn, Leivur R. Joensen, Tórshavn, Mikkjal Hvannastein, Kaldbak, Rúni Hvannastein, Kaldbak. Dómari var Dánial Petersen, Tórshavn.
Mikkjal og Rúni Hvannastein vanta á myndini.
Á liðinum hjá Doulos var ein føroyingur, Sámal Jacobsen av Viðareiði, sum fyrr hevur siglt við Doulos. Ragnar Mouritsen og Karl Robert Vang á føroyska liðinum hava eisini siglt við Doulos.
Í teirra trúboðanararbeiði hevur Doulos altíð eitt fast fótbóltslið, sum vanliga spælir ímoti einum liði í landi, har sum skipið kemur.
Fyrireikarnir takka nevndini í Tórsvølli fyri, at teir fingu loyvi at nýta vøllin hendan dagin.