Hóast fleiri ferðafólk, hava fráferðirnar tó verið færri. Í april í ár eru 17.036 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 2,1% fleiri enn í april í fjør, tá talið var 16.685. Framgongdin hevur verið á farleiðunum til Danmarkar, Íslands og Stórabretlands. Herumframt hevur verið meiri innanoyggja tyrluflutningur. Ongin frálandaflúgving hevur verið í apríl í ár, meðan nakað av frálandaflúgving tó var í apríl í fjør.
Higartil í ár hava tilsamans 53.846 fólk fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 12,1% færri enn sama mánaða í fjør, tá talið var 61.274.
Í apríl hava verið 385 fráferðir og komur. Hetta er 9,6% færri enn í apríl í fjør tá 426 fráferðir og komur vóru.
Higartil í ár eru 1.270 flogfør komin og farin. Hetta er 28,5% færri enn sama tíðarskeið
í fjør, tá talið var 1.776.
Samlaða farmamongdin hevur higartil í ár verið 231,2 tons ella 11,2% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.