2.000 kinesarar til arbeiðis í Grønlandi

Amerikanska fyritøkan Alcoa, sum er heimsins størsta aluminiumsfyritøka, ætlar at byggja eitt bræðingarvirki nærhendis Maniitsoq í Grønlandi. Verður ætlanin veruleiki, skulu 2.000 kinesarar arbeiða har

Hóast Grønland er stórt, er verkætlanin hjá Alcoa so stór, at hon liggur á borðinum hjá bæði politikarum, arbeiðsgevarum og tí vanliga fólkinum. Í Maniitsoq eru fólk sum vera man fegin um verkætlanina, sum tey vóna fer at geva býnum búskaparligan framburð.

Varaborgarstjórin í Maniitsoq, Karl Lyberth, sigur við danska kringvarpið, at tað hevði verið púra burturvið av kommununi at sagt nei til eina verkætlan við so nógvum arbeiðsplássum.
-Okkum tørvar okkurt nýtt, sigur hann.
Alcoa hevur sagt, at ein fyritreyt fyri verkætlanini er, at felagið fær loyvi til at geva kinesarunum eina væl lægri løn enn ta lønina, sum er galdandi á tí grønlendska arbeiðsmarknaðinum. Málið hevur verið uppi og vent politiskt, og løgmálaráðið orðar nú tær neyðugu reglurnar, sum skulu loyva Alcoa at brúka eitt løgri lønarlag.
Men tað eru ikki øll, sum eru so fegin um, at kinesarar í Grønlandi skulu fáa lægri løn enn onnur har. Millum annað hava einstakir danskir fólkatingspolitikarar sagt seg vera ímóti tí.
Bordell til kinesararnar
Tað eru nógvir mátar at vinna pening burtur úr einari so stórari verkætlan, og tað hevur vakt stóran ans, at ein hotellstjóri í Maniitsoq hevur nevnt møguleikan fyri at skipa eitt bordell til teir nógvu kinesararnar, sum koma til býin. Tær flestu viðmerkingarnar, sum eru at síggja á grønlendskum heimasíðum, eru alt annað enn jaligar ímóti hugskotinum hjá hotellstjóranum.