2.000 íðkarar úr 24 oyggjum taka lut á oyggjaleikunum á Gibraltar, dagarnar 6. juli til 12. juli.
Talan er ikki um størsta luttakaratalið í oyggjaleikasøguni. Størsta luttakaratalið var til leikirnar á Jersey í 2015. Tá kappaðust 2.430 ítróttarfólk.
Minstu oyggjaleikirnir vóru fyrstu leikirnir, ið vóru á Isle of Man í 1985. Næstminstu leikirnir eru einastu leikirnir Føroyar hava hýst. Í 1989 kappaðust 800 ítróttarfólk á oyggjaleikunum í Føroyum.
Her sæst yvirlitið yvir hvussu nógv ítróttarfólk hava kappast á teimum ymisku oyggjaleikunum:
Ár: | Leikir: | Vertstjóð | Tal av luttakaralondum: | Ítróttarfólk: | Ítróttir: |
---|---|---|---|---|---|
1985 | I | Oyggin Man | 15 | 700 | 7 |
1987 | II | Guernsey | 18 | 1,049 | 9 |
1989 | III | Føroyar | 15 | 800 | 11 |
1991 | IV | Áland | 17 | 1,500 | 13 |
1993 | V | Oyggin Wight | 19 | 1,448 | 14 |
1995 | VI | Gibraltar | 18 | 1,214 | 13 |
1997 | VII | Jersey | 20 | ~2,000 | 13 |
1999 | VIII | Gotland | 22 | 1,858 | 14 |
2001 | IX | Oyggin Man | 22 | 2,020 | 15 |
2003 | X | Guernsey | 23 | 2,129 | 15 |
2005 | XI | Hetland | 24 | 1,658 | 14 |
2007 | XII | Rhodos | 25 | 2,343 | 14 |
2009 | XIII | Áland | 24 | 2,286 | 14 |
2011 | XIV | Oyggin Wight | 24 | 2,311 | 14 |
2013 | XV | Bermuda | 22 | 1,296 | 14 |
2015 | XVI | Jersey | 24 | 2,430 | 14 |
2017 | XVII | Gotland | 23 | 2,333 | 14[4] |
2019 | XVIII | Gibraltar | 24 | ~2,000 | 14[8] |
2021 | XIX | Guernsey | 24 | ~3,000 (mett tal) | 14 |
2023 | XX | Orknoyggjar | 13 |
Kelda: Wikipedia